Sølufólk til Byggivinnuna
Würth Danmark A/S
Hevur tú hug at vera partur av eini altjóða fyritøku? Brennur tú fyri persónligari sølu og hevur tú viljan til at skapa úrslit? So er tað møguliga tær vit leita eftir.
Würth hevur selt til handverkarar í Føroyum í 26 ár og í 2019 lótu vit okkara stóra handverkarahandil upp í Tórshavn. Vit eru eitt toymi við fimm koyrandi sølufólkum, tveimum sølufólkum í handlinum og einum Regiónstjóra. Vit leita nú eftir einum koyrandi sølufólki afturat, at røkja Byggivinnuna.
Um teg:
- Tú hevur skil fyri sølu og dugur at vísa tað í verki.
- Tú ert álitisvekjandi og harvið í standi til at menna góðar kundarelatiónir.
- Tað er ein fyrimunur, um tú hevur søluroyndir, men við 59 ára royndum kunnu vit heilt víst læra teg at selja.
- Tú hevur hug at gera uppsøkjandi søluarbeiði við 8-10 dagligum kundavitjanum.
- Tú ert klár/ur at arbeiða í eini fyritøku, har søla er avgerðandi - tú verður løntur fyri títt avrik.
- Tú dugir væl at samskifta í bæði skrift og talu á føroyskum og donskum.
- Tú hevur telduførleikar á brúkarastøði.
- Tú hevur koyrikort til persónbil
- Tað er ein fyrimunur um tú kennir til handverkaravinnuna, men ikki ein treyt.
Hjá Würth kunnu vit bjóða tær:
- Upplæring og vøruskeið á okkara høvuðskontórið í Kolding, í Danmark
- Tínar egnu kundar, har tú verður løntur eftir avrikinum.
- Góðan starvsfólka trivnað, har vit fagnað tey góðu úrslitini.
- Góða fasta løn við bonus og provisjónsskipan.
- Heilsutrygging.
- Tín egna arbeiðsbil.
- Eitt starv við møguleika fyri persónligari, fakligari útbúgving og menning.
Um starvið:
Würth er ein fyritøka í vøkstri, og tað eru tú og tínir starvsfelagar sum skapa vøksturin. Tú verður møttur við áliti á tíni evnir í einum opnum og fyrikomandi umhvørvi. Vit vita, at tey bestu úrslitini koma har starvsfelagar trívast og verða virdir. Tí gera vit nógv fyri at okkara nýggju starvsfelagar skjótt blíva ein partur av toyminum, og tú vilt frá fyrsta degi uppliva at vera væl ílatin til uppgávuna.
Tú kemur í høvuðsheitum at selja til okkara kundar innan Byggi og viðlíkahaldsvinnuna – tað vil siga byggifyritøkur, snikkarar, entreprenørar, húsavørðar, málarar og ymiskar stovnar og verkstøð. Saman við Regiónstjóranum leggur tú tínar kundavitjanir í økinum til rættis. Tú yvirtekur eitt væl rikið øki, og kemur at virka sum samstarvspartnari hjá kundanum, tað vil siga, at tú fylgir upp á fyrispurningar, ordrar og tilboð við atliti til virðisøking fyri kundan. Tíni evni at leggja tilrættis eru við til at avgera tína framgongd. Tað sama er galdandi fyri tín hugburð, tá tú møtir teimum ymisku kundunum.
Umsókn og CV:
Skal sendast elektroniskt og helst á donskum
Hevur tú spurningar viðvíkjandi starvinum, ert tú vælkomin at kontakta Jóan Petur á Stongunum, Regiónstjóra á [email protected] ella á telefon +298 789090
Umsóknarfreist er kl 12:00 – 16. Desembur 2024
Afdeling: 995 - Færøerne
Ansøgningsfrist: 16 December 2024
Placering: Montagevej 6, 6000, Kolding, Danmark
This job posting is collected from company pages and is only shown as short resume. Read entire job ad here: